Kirkjufólk skulu eisini spyrjast

Tíbetur er fráboðaða yvirtøkan av føroysku fólkakirkjuni aftur vorðin aktuelt evni í fjølmiðlunum, tí ódemokratiska viðgerð landstýrisins higartil kann als ikki góðtakast. Spurningar, ið snúgva seg um okkara fólkakirkju, eru sera eymt kjakevni í Føroyum, og tað eiga vit at virða.

Rættiliga harðligt orðaskifti tók seg upp í 1997, tá politisk ósemja gjørdist um kirkjulógaruppskotini, ið S.P. í Grund sum landsstýrismaður við mentamálum tá legði fyri løgtingið. Uppskotini vóru ríkislógartilmæli, sum føroyska embætisverkið hevði arbeitt við í fleiri ár, og sum stórur tørvur var á, tí so nógvir ógreiðir spurningar vóru.
Arbeitt var í Føroyum við lógum, sum vóru frá 1924, og sum stórliga høvdu tørv á dagføringum.
Viðgerðin av tilmælunum endaði við, at løgtingsmaðurin Signar á Brúnni úr Tjóðveldisflokkinum í staðin valdi at leggja fram uppskot um yvirtøku av fólkakirkjuni.
Uppskotið um yvirtøkuna varð felt ta ferðina, meðan uppskotini um broytingar í kirkjulógunum vóru samtykt.

Landstýrismaðurin
Seinri gjørdist Signar á Brúnni sjálvur landstýrismaður við mentamálum, og í tí starvinum royndi hann alt fyri at sleppa undan at avgreiða málið um dagføring av kirkjulógunum. Hetta var orsøk til nógv rok og rumbul bæði í landsstýrinum og í fjølmiðlunum, tí tá løgtingið hevur avgreitt eitt mál, skal landsstýrismaðurin akta løgtingið!
Føroya bispur eins og Prestafelagið vístu m.a. í fjølmiðlunum á, hvussu neyðugt var at fáa broytingarnar í kirkjulógunum lýstar, og dentur var eisini lagdur á, at hesar lógir vóru ongin forðing fyri seinri yvirtøku av fólkakirkjuni.
Men tað legði landsstýrismaðurin lítið í, hóast eisini løgmaður (sami sum situr í dag) fleiri ferðir í fjølmiðlunum boðaði frá, at nú varð málið loyst, tí tað hevði hann givið boð um.
Landstýrismaðurin svaraði og bað m.a. løgmann um at halda seg burturi frá tí, hann ikki hevði innlit í, við øðrum orðum: onki skil hevði fyri ! Og tá landsstýrismaðurin setti nevnd at fyrireika yvirtøku av fólkakirkjuni, vóru bæði Prestafelagið og bispur hildnir uttanfyri alla ávirkan.
Hesum hava bæði politikarar og onnur mótmælt, men onki hjálpti.
Á heysti 2001 var nevndin liðug við álitið, ið varð handað landstýrismanninum, men politikarar sluppu ikki at viðgera álitið, sjálvt um biðið var um tað frá tingsins røðarapalli fleiri ferðir.
Eisini gekk striltið hjá løgtingslimum yvirhøvur at fáa eintak av álitinum.
At landstýrismenn við mentamálum (allir úr Tjóðveldisflokkinum) hava havt stutta politiska livitíð hesi árini, hevur heldur ikki víst seg at gjørt málið lættari.

Støðan í dag.
Í dag er støðan tann sama. Kirkjumyndugleikarnir eru ikki tiknir við í arbeiðið, og samráðingarnar um yvirtøkuna halda fram eftir sama leisti sum áður, hóast samgonguskjalið nú er orðað soleiðis, at kirkjan og kirkjumyndugleikarnir skulu takast við.
Álitið hevur fleiri tilráðingar, sum kunnu enda við, at vit fáa eina fríkirkju í staðin fyri eina føroyska fólkakirkju, soleiðis sum eisini bispur vísir á, og ikki minst av tí orsøk eigur kirkjufólkið eisini at takast við í endaligu avgerðina.
At løgmaður nú samb. fjølmiðlunum hevur givið leiðandi embætismanninum eina ábreiðslu ella harraboð gevur ikki bestu vónirnar um broyting, tí eftirhondini hevur løgmaður sagt so nógv, sum ikki heldur. Og hví er tað nú bara embætismaðurin og ikki landstýrismaðurin, sum fær ábreiðslur ella boð?
Er tað ikki løgmaður, sum skal ansa eftir, at landstýrismenn útinna sítt starv "á fullgóðan hátt" ?
Løgmaður hevur jú latið fleiri av sínum arbeiðsuppgávum til aðrar landsstýrismenn at røkja, so nú skuldi hann havt tíð at tikið sær av tí, sum eftir er av hansara.
Skal fólkakirkjan yvirtakast, og tað eru tey flestu samd um, skal alt vera væl fyrireikað, og vit skulu vita, hvat vit yvirtaka og hvussu fram skal farast. So er líkamikið hvussu nýggja landstýriskvinnan, sum hevur arvað málið, roynir at burturforklára.
Eina so ódemokratiska viðferð sum vit higartil hava sæð, er føroyingum til lítlan sóma.