Í nógv ár hevur verið møguligt at fáa ein rundtúr í Kirkjubø saman við Jóannesi Patursson, bónda í Kirkjubø. Aftaná hevur matur verið á skránni, og hann hava húsfólkini gjørt kláran. Alt hetta hava fólk rindað fyri.
Um ein slakan mánað er liðugt við øllum hesum, tí tey sleppa ikki longur at gera mat til fólkini. Og Jóannes Patursson metir, at tað ikki longur loysir seg at hava opið fyri almennininginum.
Trupulleikin er, at allur maturin hevur verið gjørdur í privata køkinum hjá húsfólkunum, og tí kann heilsufrøðiliga starvsstovan ikki liva við.
Ídnaðarkøk
Fyri Heilsufrøðiligu starvsstovuna er málið rættiliga einfalt.
- Tað er ein spurningur, um tað er ein privatur køkur ella um tað er ein almennur køkur. Tað er har skilnaðurin er. Tað ber ikki til at kanna privatar køkar, tí har røkkur matvørulógin ikki. Roykstovan í Kirkjubø hevði loyvi at gera mat í eini royndartíð, til tey fingu tingini í lagið. Tað eru tey ikki, so nú kunnu tey velja at gera sær ein køk til endamálið ella kunnu tey fáa matin útifrá, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Loysir seg ikki
Jóannes Patursson staðfestir, at nú loysir tað seg ikki hjá teimum at fáa fólk á vitjan soleiðis.
- Vit kundu gjørt onkrar broytingar, men tað eru ikki so nógv fólk, ið koma, so tað loysir seg illa hjá okkum at byggja út. Vit hava lagt nógvar kreftir í at skipa soleiðis fyri, at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann góðkenna virksemi hjá okkum, men krøvini verða bara harðari. Tað vil siga, at nú tíma vit ikki at blíva við, sigur Jóannes Patursson.
Hann leggur afturat, at tey ikki kunnu nýta sín egna seyð, og tað ger ikki støðuna betri.
Hetta hevur í seinasta enda við sær, at Jóannes Patursson og familjan hava gjørt av, at tey ikki longur fara at skipa fyri túrum fyri ferðafólkum í Krikjubø.
Ein posi av eplum
Jóannes Patursson heldur støðuna vera rættiliga løgna.
- Vit nýta onkuntíð vakumpakkað epli. Tey verða verandi í vakumposanum, meðan tey verða kókað í køkinum, og verða síðani flutt í góðkenda rúmið, har tey verða útpakkað og serverað. Hetta er opinbart heldur ikki í lagið, greiðir Jóannes Patursson frá.
Bárður Enni staðfestir, at soleiðis er støðan, tí tað er skilnaðurin ímillum privata og almenna køkin, ið ger seg galdandi, og verða eplini kókað í eini privatari grýtu, so er matvørulógin ikki galdandi, og so kann tað ikki seljast.
- Langt úti
Jóannes Patursson heldur satt at siga, at hesi krøvini byrja at vera »langt úti«.
- Vit bjóða ein bita saman við øðrum tingum, og eg haldi tað vera eitt sindur løgið, at vit ikki av og á kunnu gera mat til fólk, sum koma á gátt, sigur Jóannes Patursson.
Stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni vísir á, at tað er ólógligt at gera soleiðis, og at tað ikki er nakar munur á eini matstovu og virkseminum í Roykstovuni, og tí má kundin verjast.
Hann staðfestir eisini, at reglurnar í Føroyum ikki eru strangari enn nakra aðrastaðni í Evropa, men at tað heldur er linari í Føroyum.










