Tað var ein søgulig hending, tá endaliga varð staðfest at vit høvdu fingið eina føroyska fólkakirkju. ? Hetta var ein søgulig hending, sum bar av øllum, sigur formaðurin í felagnum fyri Kirkjuráðslimir, Tummas Lauritsen.
At yvirtaka kirkjuna er eitt mál, sum arbeitt hevur verið við í mong ár, og sum skiftandi politikkarar hava tosað um. Nú gjørdist prátið veruleiki.
- Nú eru tað okkara egnu politikkarar og tey í Mentamálaráðnum, sum hava ovastu politisku ábyrgdina av kirkjuni, sigur formaðurin í felagnum.
Hann leggur aftrat, at nú er ikki longur neyðugt at fara av landinum, um okkurt er sum ikki ruggar rætt, tí málið nú kann loysast her á landi.
- Nú er eftir at vísa, at politiskur vilji er til staðar at loysa trupulleikar og at bøta um og at menna eina góða skipan.
- Hetta er okkara ábyrgd, tí tann kirkjuliga fyrisitingin nú er okkara. Og her kunnu politikkararnir ikki longur skákað sær undan hesi ábyrgdini, sigur hann.
(Sosialurin fylgir aðalfundinum, sum verður hildin í Meinigheitshúsium í Havn)