Anna V. Ellingsgaard
?????????????????
"Hví skal djevulin hava allan tann góða tónleikin?"
Hesi seinnu árini er tað vorðið alt meir vanligt, at rokkbólkar og poppstjørnir hava konsertir í kirkjuni. Og tað er kanska ikki so løgið, at onkur eg farin at spyrja, hvar markið gongur, og um ikki kirkjan er farin at siga sínum egna boðskapi ímóti við at lata rokkmentanina sleppa inn um kirkjugátt.
Hans Eiler Hammer er prestur í Christianskirkjuni í Klaksvík, ið javnan er karmur um hesar nýggju framførslurnar. Vit hava spurt hann, um kirkjan nú er farin at kappast við undirhaldsheimin fyri at tekkjast eini stokkutari ungdómsmentan.
Fyri tað fyrsta, so hevði tað verið sera løgið, um ongin fekk ilt av, at rokktónleikur verður spældur í kirkjuni, sigur Hans Eiler. Fyri hvørt einasta nýggja ljóðførið, ið er komið inn um kirkjugátt gjøgnum tíðirnar, hava vit hoyrt ramaskrígg av eini aðari verð. Fólk vóru minst líka illgrunasom, tá urgan kom fyrstu ferð, men hvør kann í dag ímynda sær eina gudstænastu í Christianskirkjuni uttan urgu?
Tónleikur hevur altíð verið ein partur av kirkjusiðunum so ella so. Tað veri seg sum sálmasangur, kórsangur ella gospeltónleikur. At vit nú eisni taka rokktónleikin inn um kirkjugátt er væl bara ein liður í eini gongd, sum allatíðina broytist. Men vit vita eisini, at hesin tónleikur ofta tengir seg at eini mentan, ið ikki er í tráð við kirkjusiðirnir annars. Tann partin loyva vit okkum at lata liggja eftir, tí "Why should the devil have all the good music?", sum onkur hevur sagt.
Samstundis vildi eg ynskt, at vit prestar høvdu onkrar felags reglur ella ásetingar at halda okkum til, tá tað ræður um, hvar markið skal setast fyri, hvat og hvørjum vit skulu loyva í kirkjuni. Sum er, er tað upp til hvønn einstakan prest at taka støðu til, hvat kirkjurúmið skal brúkast til. Men um eg ikki haldi nakað tala beinleiðis ímóti, at kirkjan hýsir eini ávísari konsert, so haldi eg meg heldur ikki hava nóg góða grund til at nokta tí.
Hvør hevur ein tupulleika?
Tú kanst kalla ungdómsmentanina stokkuta ella óstøðuga, men hon er so teirra. Og góðtekur tú ikki tað, kanst tú ikki vænta, at tey góðtaka tað, tú stendur fyri, sigur Hans Eiler. At loyva rokkkonsertum í kirkjuni er heldur ein ásannan av, at ein stórur partur av okkara ungdómi reikar húsvillur runt frá eini konsert til aðra, uttan at finna tað, hann leitar eftir. Tá kristnir rokkbólkar eru vorðnir so væl umtóktir, er tað tí tey ungu kenna seg aftur í mátanum, teir boða gleðiboðskapin. Tað eru vit hálvgomlu, sum halda Gud og rokktónleik vera eina ivasama samanseting. Ikki tey ungu. Tað sum vit fata sum ein trupulleika, síggja tey sum ein møguleika fyri at gera kristinbosðskapin til ein part av teirra gerandisdegi - og tað má vera har, hann hoyrir heima, sigur Hans Eiler.
Annars er tað at siga, at hatta við lóðførum í Gud húsi, als ikki er nakað nýtt. Í einum av Dávids sálmum verða ein ørgrynna av ljóðførum umrødd í samband við ísraelsku gudstænastuna, har Dávid eisini sigur: "Nýtið hetta, til at lovprísa Harranum við!" Hann hevði uttan iva bert rist við høvdinum, um hann frætti um tann trupulleika, vit hava gjørt hetta til.
Málið halgar mátan
Hans Eiler hevur ongantíð rættiliga skilt, hví summi fólk hava so nógv ímóti, at man klappar í kirkjuni. Tá vit klappa, er tað jú í grundini bara ein ein máti at vísa, at vit eru glað um og nøgd við tað vit hava hoyrt, sigur hann. Í sunnudagsskúlanum er tað heilt vanligt at børnini klappa, trampa og gera tekin til sangirnar. Hvussu forklára vit teimum tá teimum ungu, at tað, tey hava lært sum børn, knappliga ikki er lov longur, ja beinleiðis forboðið? Tað hongur jú ikki saman. Tað mátti heldur verið ein av allarfremstu uppgávunum hjá kirkjuni at skapa ein samanhang millum tað andaliga lívið og tað lívið, vanlig fólk liva.
Fyri stuttum luttók bólkurin I am á eini konsert í Christianskirkjuni. Eg ivist ikki í, at teir náddu tey ungu á ein heilt annan hátt, enn ein prædika ella nakar sálmur hevði gjørt, men boðskapurin var tann sami. Og tað er júst hatta, sum er kjarnin í hesum kjakinum. Fyri at varveita tað óbroytiliga í kristinboðskapinum, mást tú broyta mátan, tú ber hann víðari. Orðini tey brúktu fyri 500 árum síðani høvdu verið meiningsleys fyri okkum í dag, ikki bara tí málið hevur broytt seg, men eisini tí alt okkara fatanarstøðið er eitt heilt annað. Ein nýorðing av kristna boðskapinum er sostatt ikki eitt val, men ein treyt fyri at boðskapurin verður verðandi tann sami, sum han var fyri meir enn 2000 árum síðani. Tað har, størsta avbjóðingin hjá kirkjuni liggur í dag, sigur Hans Eiler.
Prestur skal vera ?cool?.
Hans Eiler fortelur, at herfyri gramdi ein mamma seg um, at sonur hennara setti uppá at vilja fermast hjá einum ávísum presti, tí hesini var nógv meir ?cool? enn hann, sum eftir ætlan skuldi ferma drongin. Sjálvandi haldi eg ikki, at vit prestar skulu fara at kappast um, hvør kann vera mest cool. Men tú kanst ikki bara venda deyva oyra til, tá konfirmantar huffa og puffa, tí kirkjan er so moðin og sálmarnir og kirkjusiðirnir so ræstir.
Tað er ongin loyna, at mínir konfirmantar fáa eina øðrvísi frálæru enn hjá prestum flest. Eg byggi mína frálæru á Bíbliuna, men tá eg skal bera hana víðari koyri eg gudfrøðina í reyvalumman og taki útgangsstøði í heiminum, konfirmantarnir eru í her og nú. Skalt tú til dømis greiða teimum, frá hvat ein avgudur er, nyttar tað lítið at koma við eini frágreiðing um gullkálvin. Nýt eina poppstjørnu sum dømi, og tey vita beinanvegin, hvat tú tosar um. Og soleiðis er tað allanvegin ígjøgnum.
Eg vil fegin koma burtur frá tí tíðini, tá konfirmatiónin var ein próvtøka í uttanatslæru og tey ungu vóru bebbarødd fyri at dumpa. Mínir konfirmantar skulu kunna minnast hesa tíðina við gleði, har tey høvdu tað hugnaligt og stuttligt saman við presti.
Nýggjur prestaleiklutur.
Um kirkjan ynskir, at gerast ein partur av gerandislívinum hjá fólki, má prestur eisini vera sinnaður á átaka sær ein nýggjan prestaleiklut - leiklutin sum ?ein prestur av fólkinum?, um tú vil, sigur Hans Eiler. Tað merkir fyri tað fyrsta, at prestur má liva í tí samfelagnum, hann er partur av og ikki uppiyvir tí. Tá eg fari at vitja "neystamennirnar" í Klaksvík at fáa mær eitt prát meðan teir fáa sær eina øl, komi eg ikki spákandi í prestakjóla og byrji at prædika. Eg vil heldur møta fólki, har tey eru, enn har, onkur annar heldur, at tey áttu at verið.
Tað lættasta hevði sjálvandi verið, um tú sveimaði onkustaðni haruppi og slapp frá at taka støðu til nakað sum helst. Men prestur er ikki friðhalgaður longur og kirkjan livir ikki í einum lufttøttum kliva - hon yvirlivir í hvussu er ikki í honum.
Gudstænastan er hornasteinurin
Eg dugi sum sagt ikki at síggja nakra andsøgn í, at kirkjan er karmur um siðbundnu gudstænastuna sunnumorgun og aðrar tíðir letur dyrnar upp fyri framførðslum og meir lívligum tónleiki. Men eg haldi ikki, at hesi bæði skulu blandast saman. Hvørt til sína tíð, heldur Hans Eiler.
Gudstænastan er framvegis hornasteinurin í kirkjuvirkseminum. Og eg verði ikki tann, sum fari at broyta tann siðin bert fyri at broyta hann. Ongin kemur í kirkju sunnumorgun fyri at lata seg undirhalda og sleppa at klappa. Undirhaldi fáa vit nóg mikið av, hinar dagarnar í vikuni. Fólk koma til gudstænastu fyri at hoyra og søkja sær stimbur í Guds orði og kenna friðin, ið altíð setur sín dám á løtuna.
Og eg trúgvi nettupp, at vit modernaðu menniskju hava brúk fyri hornasteinum sum gudstænastuna sum mótvekt til tað ofta óstøðuga og stressaða lívið, vit annars liva. Kirkjan er kanska tað einasta staðið, vit hava eftir, sum letur okkum síggja okkum sjálvi og okkara lív í einum størri høpi. Eitt stað, sum vísir okkum, at tað hóast alt er ein størri samanhangur onkustaðni, sum hvør einstakur av okkum er ein liður í.
www.cyberkirke.dkÍ kirkju á alnótini
"Vælkomin í cyberkirkjuna hjá fólkakirkjuni!
Fyri túsund árum síðani byrjaðu vit at byggja eina kirkju í hvørjari sókn. Í dag eru vit í ferð við at byggja eina kirkju í cyberspace ?"
Soleiðis bjóðar ein teldurødd tær vælkomnan í kirkju - á alnótini. Her er opið alt døgnið, allar dagar í árinum. Og tær nýtist ikki at pynta teg ella biðja børnini tiga, tí ongin sær ella hoyrir tykkum.
Cyberkirkjan er eit heilt nýtt átak, sum danska fólkakirkjan hevur tikið stig til. Í løtuni hendir ikki so nógv í cyberkirkjuni, tí hon er ikki heilt liðug enn. Men einaferð í summar fáa vit øll gleði av henni - kanska serliga tey, sum ikki vanliga ganga í kirkju, sigur Poul Bo Sørensen, sóknarprestur og eina av stigtakarnum til cyberkirkjuna.
Tað er uppgávan hjá kirkjuni at vera til staðar, tá tað er brúk fyri tí. Hetta er ikki ein óverulig framtíð, hetta er ein máti at rúma kristindóminum í gerandislívinum, sigur hann.
Heimasíðan skal ikki bara upplýsa um kirkjuna, men í sær sjálvum vera eitt kirkjuligt rúm, har tað tú sært, spælir ein stóran leiklut. Tann vitjandi skal kenna og síggja, at hann er komin inn í eina kirkju. Tað fyrsta tú sært er kirkjutorgi og harfrá kanst tú so við músini fara víðari til tey ymsu rúmini í kirkjuni - dópsrúmið, konfirmatiónsrúmið, jarðarferðarrúmið ella tað serliga kirkjubókasavnið. Gongur tú til dømis í giftitonkum, mást tú sjálvsagt fara inn í Brúdleypsrúmið, tí har fær tú alt at vita um gamlar siðir og røttu mannagongdina undir brúðarvígsluni. Og skuldi tú ivast, fortelur ein rødd tær eisini, hvat tað í grundini vil siga at vera giftur.
Hevur tú brúk fyri at tosa við prest, klikkir tú bara á opnu kirkjuhurðina.Væntandi fara einir 50 prestar at skiftast um at sita til reiðar á skýggjanum, og tú kanst seta teg í samband við teir gjøgnum teldupost, chat ella telefon.
Men ætlaninar hjá cyberkirkjuni steðga ikki her. So skjótt tað tøkniliga er komið uppá pláss, kanst tú eisini fara til gudstænastu sunnumorgun bert við at tendra telduna og klikkja á www.cyberkirke.dk
Kelda: Kristeligt Dagblad og www.cyberkirke.dk