Kirkjan ella fólkakirkjan

Nicolina Jensen Beder

So lagt eru vit nú komin í Føroyum, at neyðugt er at seta navn á egnu kirkju okkara. Í uppvøkstri mínum var kirkjan, kirkjan rætt og slætt. Í Havn høvdu teir Katolikkakirkjuna, ið var nevnd við navni. Kirkjan, skúlin og heimið gingu hond í hond.
Í kirkju fóru vit hvønn sunnudag, óansæð um tað var prestur ella deknur. Tó vil eg siga, at tað var eyka hátíðarligt, tá ið prestur var. Tá vóru ljósini tendraði, fólk fóru til altars, og børn vóru borin til dópin. Um kvøldið fóru vit á møti, tá hevði hvør maður loyvið at gera orðið fram. Hetta var kallað at vitna. Hugnaligt at minnast aftur á. Málburðurin var frá teirra egna umhvørvi og bar tað meira enn so til at hoyra á vitnisburðinum, hvat maðurin tókst við í gerandidegnum. Líknilsini vóru tikin út teirra egna umhvørvi. Tá var ikki tvístøða millum kirkju og missiónshús, langt minni ímillum prest og degn. So kom næsta ættarlið, málburðurin broyttist og flestu fingu betri málsliga útbúgving. Nú bar ikki til longur. Tá byrjaði sundurlyndið, har hvør vildi ráða sær. Nú er sundurlyndið vorðið uppaftur størri, og hvør trúarbólkur vil hava somu rættindi, sum kirkjan eina hevði. Hetta minnir um søguna, ið Kåre Holt, norskur rithøvundur, sigur frá, um normenn, ið fluttu til Amerika. Teir søgdu seg flyta undan kirkjuni. Alt var sera gott at byrja við, men so gjørdi sundurlyndið seg aftur galdandi og teir spjaddust í allar ættir, hvør við sínum trúarbólki.
Kirkjan hevur havt ómetaliga nógv at týða í Føroyum, og eg eri onga løtu í iva um, at vit vóru betur farin uttan alt hetta sundurlyndi.
Um vit nú hyggja eftir, hvørja uppgávu fólkakirkjan í roynd og veru hevur, kunnu vit í fyrstu syftu taka hana sum ein ser vælvirkandi stovn. Prestarnir, ið starvast hvør í sínum prestaøki, hava fingið holla útbúgving í gudfrøði eins og í bókføring. Teir verða løntir eins og einhvør annar embætismaður. Starv teirra krevur, at teir eru tøkur til eina og hvørja tíð.
Hvørt einasta mansbarn, borðið í heim í Føroyum, verður skrásett. Hvørt barm við navni, óansæð um tey verða doypt ella navngivin, øll standa tey í kirkjubókini. Óteljandi váttanir skulu skrivast bæði til eitt og annað endamál. Í kirkjubókini verða øll skrásett, bæði konfirmantar, kirkjuvígd og annars hvørt eitt deyðsfall.
Hugsað sær til virðið í kirkjubókunum. Kirkjubøkurnar eru høvuðskeldurnar til ættargransking, eins og tær hava stóran týdning fyri siðsøgulig og onnur vísindi. Í Eysturoy er kirkjubók heilt aftur til 1687.
Umframt bókføringina hava prestarnir aðrar fastar reglur at ganga eftir í tí kirkjuliga arbeiðinum. Sum andaligir vegleiðarar hava teir bundnar uppgávur. Teir skulu eftir givnum reglum halda gudstænastu hvønn sunnudag. Prædikan skal vera væl fyrireika. Eisini hon er bundin uppgáva við tað, at prædikuteksturin er givin frammanundan. Prædikan skal vera væl fyrireika út frá teksinum, so hon kann geva fólki nakað at hugað um. Annað, sum fer fram í kirkjuni, er altargongd, dópur, konfirmatión, brúðarvíglsa og jarðarferð. Orð biskups, H. J. J.: »Gudstænastan skal ikki kappast við undirhald av øðrum slag. Gudstænastan skal vera hátíðarlig og geva fólki eina friðsæla løtu, so tey kuinnu fara ríkari heim«.
Umframt prestarnar, ið fáa løn fyri fast arbeiði, hevur kirkjan átt ein trúgvan skara av óløntum kirkjutænarum. Terra ósøknað arbeiði hevur gjørt, at kirkjurnar í Føroyum kunnu hava havt kirkjutænastu, sjálvt um prestur ikki var til staðar. Av og á verður spurt, um tað er neyðugt at hava eina fólkakirkju, jú, har til vil eg svara, at ongantíð í Føroya søgu hevur tað verið meira neyðugt. Kirkjan er einasta friðarstað í øllum hesum meldrinum av átrúnaligum rørslum.
Nú ið kjakast hevur verið um yvirtøku av kirkjuni, og um hvør ið gjalda skal, hava nógvar røddir verið frammi, og í yvirvág av teimum, ið vilja mága støðið undir kirkjuni. Kirkjuskattur og trúarfrælsi verður blandað saman í eitt ósømiligt kjak.

Kirkjan og kirkjuskattur
Aftaná at hava fingið innlit í kirkjuligt arbeiði, undrar tað meg, at nakar kann vera frítikin fyri at gjalda kirkjuskatt. Kirkjan røkir bæði eitt andaligt og eitt verðsligt øki, ið henni er álagt. Tað verðsliga er at føra kirkjubøkurnar, umsita navnalóggávuna, samskifta við myndugleikarnar um barnsburð og deyða, og fyri ikki at tosa um tað ótal av attestum, ið fólk skulu hava í tíð og ótíð. Neyvan ber til, at vera frítikin fyri at gjalda sjúkrakassan, vegna flyting í annað trúarfelag.
Nakað annað, ið tykist at vera eitt sindur løgi er, at hesi fólk, ið mest hava hug at mótmæla, eru fólk, ið tulka orð úr halgu bók til eitt hvørt høvi. Í Halgibók fáa vit greitt svar, ikki frá einum og hvørjum, men frá Jesusi sjálvum, tá ið hann sigur: »Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guds er«. (Mt. 22,21). Eg haldi, at tað verðsliga arbeiði hjá kirkjuni neyvan kann tulkast øðrvísi, enn at vera keisarans. Tá ið skrivað verður niðursetandi um kirkjubóksførsluna og tvætli um, at tað skal vera mannminkandi at lata seg skráseta hjá presti, verið eg bæði kedd og hørm. Tað munnu vera nógv lond, ið misunna okkum, at vit eiga ein so dýran siðsøguligan skatt. At møguleiki er fyri at hetta kann gerast øðrvísi, er eingin trygd fyri, at tað kann gerast bíligari og betri.
Hví er so umráðandi at yvirtaka kirkjuna, áðrenn nakað er avklárað? Vit eru mong, ið gerast ørkymlaði, tá ið skrivað verður: Vit yvirtaka, so skulu vit ráða, ella um grundlógina: at føroyingar ongantíð hava ynskt hana. Hvørji eru vit? ella hvørji eru føroyingar? og Hvørji eru tey, ið tala okkara alra vegna. Hóast eg alla mína tíð havi vakt sjálvstýrið, eri eg komin til tað løgnu niðurstøðu, at sambandsfólk vísa seg at hava meira kenslu og góðsku fyri øllum tí, ið føroyskt er, enn øll hesi í rópa um loysing.
Hægsta ynski mítt er, at føroyska kirkjan og føroysku kirkjusiðirnir verða óbroyttir, at kirkjan framvegis fær góð og trygg kor.

Tórsnavn, 12. sept. 2002