Tað var fyrr í dag, at leiðarin í russisku-ortodoksu kirkjuni, Kirill patriarkur, heitti á russar og ukrainar um at leggja vápnini í sambandi við hátíðina frá á middegi í morgin til leygarkvøldið klokkan 18.
– Sæð í ljósinum av boðunum frá Hansara Heilagleika Kirill Patriarki, havi eg givið verjumálaráðharranum boð um, at russiska samveldið fer at skipa fyri vápnahvíld eftir øllum hermótinum í Ukraina frá klokkan 12 fríggjadagin 6. januar til á midnátt 7. januar, sigur Putin í eini fráboðan sambært russisku tíðindastovuni Tass.
##med2##