Kingomenn í Miðlahúsinum

Kingomenninir Niels Midjord og Petur Jákup Eliasen skaptu hugna í Miðlahúsinum í Vágsbotni týskvøldið.

Týskvøldið vóru Kingomenn í Miðlahúsinum. Teir báðir Kingo-menninir Niels Midjord & Petur Jákup Eliasen sungu vísir hjá Evert Taube og sálmar hjá Kingo. Kvøldið gjørdist sera hugnaligt, og blandið av Kingo og Taube, ið kundi tykst eitt sindur margháttligt, riggaði stak væl. Fólk tyktust sum heild væl nøgd við tiltakið
 
Eisini teir báðir, ið framførdu vóru væl nøgdir. Petur Jákup sigur við Sosialin, at hann helt hetta vera eini deilig høli at framføra í.  Hann sigyr, at teir leggja dent á, at tiltøk eru so natúrlig, sum til ber. Tí var tað ein frægd at syngja uttan mikrofon, hetta loyva hølini og tað at ikki heilt nógv fólk var inni.
 
Niels og Petur Jákup hava sungið saman í eini 10-15 ár. Teir byrjaðu við Calypso løgum og Evert Taube, Calypsoin er farin av skránni, men Evert Taube løgini, ið Niels hevur umsett til føroyskt, hanga enn við.
 
Báðir hava teir sungið nógv í kóri, og tað er í hesum sambandi, at sálmar eisini eru komnir á skránna. Teir sungu onkran sálm í einum kóri og avgjørdu at gera meira við hetta. Petur Jákup greiðir frá, at Niels er Kingoserfrøðingur, og at hann hevur gott innlit í Kingo løg kring Føroyar. Nógv av løgunum, ið teir syngja eru av Strondum, og hetta er í stóran mun vísuløg, tí er blandið millum Kingo og Taube ikki heilt burturvið.
 
Petur Jákup sigur, at teir hava sungið fyri svium, bæði í Svøríki og í Fugloy, og hesir eru um at detta á afturpartin tá teir hoyra Evert Taube á føroyskum.
 
Enn er hugurin at syngja bæði Kingo og Taube stórur, tí eru ivaleyst nógv ár eftir í hesum báðum Kingomonnunum.