Nú verður tað skjótt møguleiki at umseta orð beinleiðis úr føroyskum til kinesiskt á Sprotanum. Fríggjadagin verða tær fyrstu føroyskt/kinesiskt orðabøkurnar lagdar fram í Reinsarínum í Havn, og eftir hetta verða orðabøkurnar almennar á Sprotanum.
Sprotin skrivar, at hetta er fyrsta stigið, og at hildið verður fram við at menna bøkurnar.
- Vit settu okkum sum mál at náa tað, ið svarar til HSK 3, sum er ein altjóða førleikaroynd fyri útlendingar, ið læra seg kinesiskt. Skipanin er í seks stigum, og hildið verður fram við næstu stigunum beinanvegin. Skriftmálið, sum nýtt verður í bókunum, er ikki siðbundið kinesiskt, men einfaldað, sum verður mest nýtt nú á døgum, skrivar Sprotin.
Ritstjórar eru Kimberly Joy Go Elambo, Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá.
Til tiltakið í Reinsarínum fríggjadagin luttaka umboð fyri kinesisku sendistovuna í Keypmannahavn, ritstjórarnir, umboð fyri Sprotan og Magni Arge, sum virkar fyri sambandinum millum Kina og Føroya.










