Kinesiska handilsavlopið nógv minkað

Annan mánaðin á rað er avlopið á kinesiska handilsjavnanum minkað. Tey nýggju hagtølini fyri september vísa, at innflutningurin minkaði munandi, men at útflutningurin minkaði uppaftur meiri.

Greinarar siga, at tað er kreppan í Evropa og aðrastaðni, sum ger tað, men at gongdin kann eisini vera eitt tekin um, at tann kinesiski ídnaðurin er við at koma í trupulleikar. Í september keyptu ES-londini vørur og tænastur úr Kina fyri 167 milliardir krónur samanborið við 184 milliardir í august.

Í september hevði Kina 78 milliardir krónur í avlopi í samhandlinum við umheimin. Í august var avlopið 97 milliardir, men hesi tølini eru smá samanborið við juli, tá avlopið var 170 milliardir krónur.