Kinesisk skip við umstríddar oyggjar

Japanska sjóverjan kunngjørdi í morgun, at trý kinesisk skip eru komin inn um japanska markið við oyggjarnar, sum Japan og Kina stríðast um. Talan er um tvey eftirlitsskip og eitt verjuskip.

Japanski forsætisráðharrin, Josjihiko Noda, hevur ávarað Kina og sagt, at ósemjan um oyggjarnar kann gera vinnulívinum í báðum londunum stóran skaða og fáa avleiðingar, sum røkka út um allan heimin.

Í Kina hava tjóðskaparsinnað fólk kravt, at landið skal fyrireika seg til at søkja at japanum, men eygleiðarar siga tað vera púra óhugsandi, at Kina fer at taka nakað tílíkt stig. Eisini í Japan hava tjóðskaparsinnað kravt eina harðari kós í stríðnum um oyggjarnar.