Kinesarar og russar áhuga fyri føroyskum fiski

Føroyingar vóru væl umboðaðir á stóru fiskivinnuframsýningini ESE í Brússel í vikuni, har Føroyar hava eina serstøðu. Merkið er viðurkent og virt av vertunum. Stóra fiskivinnuframsýningin European Seafood Exhibition hevur verið í Brússel seinastu dagarnar. Talan er um størstu framsýning av sínum slag í Evropa. Tað er her fiskaseljarar møta fiskakeyparum fyri at viðlíkahalda gamlar avtalur og at gera avtalur við nýggjar kundar og veitarar. Framsýningin er rættuliga stór og umfatar eisini útgerð til fiskaframleiðslu og aðrar tænastuveitarar til fiskivinnuna. Portalurin skilur, at eitt nú kinverjar og russar vísa stóran áhuga fyri at keypa føroyskan fisk.

Fyritøkurnar, sum vóru á føroyska landabásinum, eru:

Faroe Seafood, Farex, Rainbow Seafood, PRG ? Fiskavirkið í Gøtu, Bakkafrost, Fiskamarknaður Føroya, Orca, Sandoy Seafood, Fariga Seafood, Delta Seafood, Landshandilin og Menningarstovan

Umframt hesar vóru aðrar føroyskar fyritøkur umboðaðar á øðrum básum, millum aðrar FJF, SNG, Skipafelagið (Eimskip) og Kauphting.

Føroyska Merkið hevur eina serstøðu á fiskivinnuframsýningini í Brússel. Tað veitrar hvørt ár á sama stað, sum er fyrst fyri av øllum uttan fyri høvuðsinngongdina til sjálva framsýningina. Merkið veittrar við síðuna av norska flagginum, sum aftur flaggar við síðuna av Dannebrog. Merkið er líka stórt sum Dannebrog, og flaggstengurnar eru líka høgar. Á ESE hava Føroyar eina serstøðu, og Merkið her er viðurkent og virt av vertunum.

Vinnuframastovan samskipar føroyska landabásin fyri føroysku fiskaútflytararnar. Vinnuframagrunnurin veitir stuðul til føroyskar landabásar av slíkum slag.