Í Kina hava myndugleikarnir sent ikki færri enn 13.000 løgreglufólk at leita eftir einum fyrrverandi løgreglumanni. Myndugleikarnir hava illgruna um, at maðurin skjeyt eitt fólk í sambandi við eitt bankarán í býnum Nanjing, og at hann hevur skotið minst seks fólk í sambandi við onnur bankarán fyrr.
Løgreglan hevur avbyrgt eitt stórt øki, vegabyrgingar eru settar upp nógvastaðni nærhendis Nanjing, og løgreglufólk eru at síggja næstan allastaðni og í bussum og tokum, skrivar bretska blaðið Daily Telegraph. Samstundis eru trygdartiltøkini við peningastovnarnar í býnum herd.
Ein talsmaður fyri løgregluna ásannar fyri fjølmiðlunum, at tað kann gerast trupult at finna tann 42 ára gamla fyrrverandi løgreglumannin, tí hann er vandur til at duga at fjala seg. Løgreglan hevur lovað finningarløn, verður maðurin funnin, men hóast fleiri eru komin við ábendingum, hevur løgreglan ikki funnið hann enn.