Kina noyðir flóttafólk av landinum

Myndugleikarnir í Kina hava noytt meiri enn 1.000 flóttafólk úr Myanmar at fara heimaftur, og um stutta tíð fáa 4.000 afturat somu boð. Tað sigur mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch, sum eisini veit at siga, at flóttafólkini eru úr minnilutaættarbólkinum kachin-fólkinum.

ir flóttafólk av landinum

HRW sigur, at flóttafólkini fáa onga hjálp, tá tey koma aftur til Myanmar. Tvørturímóti er vandi fyri, at tey verða fyri ágangi og kunnu enda mitt í bardøgum millum frælsisherin hjá kachin-fólkinum og stjórnarherin.

-Kina brýtur sínar altjóða skyldur við at tvingsilsflyta flóttafólk til eitt øki, sum er ófriðarligt, og har ágangur frá stjórnarherinum er gerandiskostur, sigur Human Rights Watch.

Partarnir samdust í 1994 um vápnahvíld, men fyri einum ári brustu bardagarnir áaftur, og tá flýddu fleiri túsund fólk av kachin-ættini til Kina. Stjórnin í Myanmar hevur biðið kachin-uppreistrarmenninar gevast við bardøgunum, og diplomatar siga, at júst hendan ósemjan er ein tann størsta avbjóðingini hjá teirri nýggju Myanmar-stjórnini.