Kinesiska leiðslan er ikki fegin um, at Avstralia og USA hava gjørt av at víðka tað hernaðarliga samstarvið millum londini bæði, og tí hevur júst hetta málið staðið ovarlaga á dagsskránni, nú avstralski uttanríkisráðharrin, Bob Carr, er í Kina og ferðast.
Í Beijing hevur Bob Carr hitt millum annað uttanríkisráðharran, Yang Jiechi, og tíðindastovurnar skriva, at hernaðarsamstarvið millum Avstralia og USA var høvuðsevnið á fundinum. Kina er serliga misnøgt við, at Avstralia hevur givið amerikanarunum loyvi til at byggja eina herflotastøð í Darwin har norðuri í Avstralia, og at 2.500 amerikanskir herflotamenn skulu hava støð har. Men avstralskir og amerikanskir eygleiðarar hava sagt, at herflotastøðin er ein beinleiðis avleiðing av, at Kina hevur nútímansgjørt sín herflota og hótt við at brúka hermegi til at loysa trætur um ræðisrættin yvir leiðum í Suðurkinesiska havinum.
Bob Carr og Yang Jiechi tosaðu eisini um samhandil. Kina er tað landið, sum keypir mest av avstralskum vørum, og sum er fer ein fjórðingur av avstralska útflutninginum til Kina.