Kina heldur ikki COP15-samtyktina

Amerikanska stjórnin vil vera við, at Kina og fleiri av teimum stóru menningarlondunum royna at skáka sær undan veðurlagsfráboðanini, sum bleiv samtykt á toppfundinum í Keypmannahavn í desember.

Amerikanski samráðingarleiðarin í veðurlagsmálum, Todd Stern, sigur, at Kina, India, Brasil og Suðurafrika royna miðvíst at avmarka týdningin av fráboðanini.

Todd Stern ávarar Kina og hini londini ímóti at velja tað lætta burtur úr fráboðanini og at vraka tann torføra partin.