Tey seinastu fýra árini hevur USA verið tað landið, har vindorkuútbyggingin hevur havt ta størstu framgongdina. Men San Francisco Business Times skrivar nú, at sambært einari frágreiðing hjá amerikanska orkumálaráðnum hevur Kina tikið oddaplássið frá USA.
Tað merkir kortini ikki, at steðgur er komin í amerikonsku vindorkuútbyggingina. Tvørturímóti hava 28 statir arbeitt við nýggjum verkætlanum fyri 21 milliardir dollarar tað seinasta árið.
Frágreiðingin hjá orkumálaráðnum vísir, at í fjør vóru tær nýggju verkætlaninar eru 26 prosent fleiri enn árið fyri. Men útbyggingin í Kina gongur uppaftur skjótari. Har var vøksturin í fjør 36 prosent.
Altjóða grannskoðarafyritøkan Ernst & Young skrivaði í einari frágreiðing fyrr í ár, at Kina er tað stóra lokomotivið, tá tað snýr seg um at gera íløgur í varandi orku. Sagt varð, at í fjør vóru tær kinesisku íløgurnar í varandi roku næstan tvær ferðir størri enn tær amerikonsku.