Kina finst at Fólkatinginum sum finst at Kina

Tað er ikki fallið í góða jørð í Kina, at Fólkatingið í gjár vísti sína stúran fyri støðuni í Hongkong.

Árið byrjaði við, at kinverkir mynduglerikar og miðlar vóru sera ónøgdir við donskt koronuspei í blaðnum Jyllands-Posten. Og árið endar við, at Kina er sera ónøgt við, at danska Fólkatingið hevur víst sína stúran fyri mátanum, sum Kina fer fram í Hongkong.

Seinastu árini hevur Kina javnan minkað um sjálvstýrið hjá Hongkong, kúga mótmælisfólk og lagt upp i atkvøðugreiðslur í tjóðartinginum.

Í gjár samtykti ein breiður meiriluti í Fólkatingum eina atfinnandi útsøgn.

– Fólkatingið er stúrið um mannarættindastøðuna í Kina og staðfestir, at tað við seinastu skerjingum av demokratiskum rættindu í Hong Kong ikki longur kunnu tosa um eitt land og tvær skipanir.

– Fólkatingið heitir á stjórnina um saman við samsintum londum støðugt at finnast at Kina fyri mannarættindastøðuna í landinum – serliga sera óttafullu støðuna í Hong Kong, stóð í útsøgnini.

Men tað skal Fólkatingið als ikki blanda seg uppí, skrivar kinverka sendistovan í Danmark í einum svari til viðtøkuna.

– Kinverka stjórnin heldur, at  fremjan og verja av mannarættum hevur sera stóran týdning.

– Eg leggi dent á, at spurningum viðvíkjandi Hongkong bara er eitt innanríkispolitiskt kinverkt mál, sum danska tingið ikki hevur rætt at blanda seg uppí, skrivar sendistovan.

Sendistovan heldur fram:

– Nakrir danski politikarar venda blinda eyga til veruleika og koma við høpisleysum álopum á politikkin hjá Kina í Hongkong eins og mannarættindastøðuna.

– Vit eiga á hesar politikarar um at halda upp at við at blanda seg í kinesiska innanríkispolitikk.

Funnist hevur leingi verið at Kina fyri at bróta mannarættindini. Seinastu árini eru atfinningarnar vorðnar fleiri eftir at tað er komið fram, at Kina ógvusliga kúgar fólkabólkin Uighuarnarnar.

Tey eru í stóran stíl lagt undir ógvusligt eftirlit av øllum lutum í lívi teirra, og Kina hevur sett yvir eina millión teirra í varðhald í enduruppalingarlegum.

/ritzau/