Kimi Räikkönen vann á vátari breyt

Regn, kleyvarskapur og góður og ringur taktikkur gjørdu koyringina á Spa-Francorchamps eina annarleiðis uppliving, har eingin framleiðari megnaði at fáa meira enn ein bil í stigini.

Formel 1

Kimi Räikkönen gjørdi alt rætt, tá hann á eini vátari breyt koyrdi fremstur um málstrikuna. Vónin um heimsmeistaraheitið er tó næstan horvin, Tí oddafiskurin í HM kappingini Fernando Alonso megnaði at fáa annað pláss. Hann hevur sostatt enn 25 stig fleiri enn Räikkönen við einans trimum koyringum eftir. Fær Räikkönen ikki fimm stig fleiri enn Alonso um tvær vikur í Brasila, er ungi spaniumaðurin yngsti heimsmeistari í formel 1 nakrantíð.
Koyringin byrjaði uttan stórt hóvasták. Montoya helt fyrstu byrjunarstøðu, meðan liðfelagin Kimi Räikkönen og Jarno Trulli bardust hart um annað pláss. Renault bilurin hjá Alonso lá á fjórða plássi, undir hørðum trýsti av Michael Schumacher í Ferrari, Michael var somuleiðis trýstur av lítlabeiggja sínum Ralf í Toyota.. BAR-Honda bilarnir við Jenson Button og Takuma Sato yvirhálaðu fleiri ferðir hvør annan áðrenn fyrst umfar var av.

Trygdarbilur á breytina
Formel 1 koyringin var øll somul í turrveðri, tó høvdu allir bilar valt at koyra við regndekkum, nógva regnið fyrr um morgunin, hevði gjørt breytina so váta, at tað ikki var hugsandi at royna annað. Giancarlo Fisichella upplivdi, hvussu hált tað var á breytini, tá ið hann við nógvari ferð misti tamarhaldið á bilinum, ið sorlaðist í ein dekkvegg. Fisichella hevði skift motor á bilinum leygarmorgunin, og varð sostatt fluttur aftur av triðju til trettandu byrjunarstøðu. Í royndini at berja seg upp aftur, trýsti hann bilin eitt sindur ov nógv. Tað eina dekkið rakti málaða kantin á breytini, ið var sum gler, og Renault bilurin snaraði runt við nógvari ferð.
Fisichella slapp óskaddur frá óhappinum, men trygdarbilurin kom á breytina. Allir bilar uttan Ralf Schumacher og Jaques Villeneuve fóru í pitt at skifta dekk, og fáa bensin. Ralf hevði júst verið í pitt, og Villeneuve hevði sera nógv bensin í sínum Sauber Petronas.
Á veg í pitt koyrdi Kimi Räikkönen sera spakuliga, soleiðis at hann seinkaði øllum bilunum, meðan McLaren-Mercedes fekk avgreitt pittsteðgin hjá Juan Pablo Montoya. Hetta gjørdi, at Räikkönen ikki var so nógv seinkaður, men eisisni at Ralf Schumacher slapp framvið øllum bilunum upp á annað pláss.

Royndu turrveðursdekk
Michael Schumacher, Takuma Sato, Jenson Button, David Coulthard, Mark Webber og Antonio Pizzonia skiftu allir til turrveðursdekk, men aftan á eitt umfar á glíðibreytini, vóru allir aftur inni í pittinum og skiftu aftur til regndekk.
Fleiri ferðir seinni í koyringini royndu bilar at skifta til turrveðursdekk, men allir noyddust teir nakkalangir inn aftur í pitt at skifta aftur til regndekk. Ralf Schumacher avbjóðaði leingi fyrsta plássið hjá Montoya. Í eini roynd at vinnna royndi Ralf at skifta til turrveðursdekk, og rendi útav. Hann fekk bilin á breytina aftur, men noyddist umaftur í pitt, við hesum vóru sigursmøguleikarnir roknir.
At endans skiftu Mark Webber og Ralf Schumacher tó aftur til turrveðursdekk, og vunnu báðir fleiri pláss við tí.
Kimi Räikkönen fór í seinasta pittstoppi framvið liðfelaganum Juan Pablo Montoya, og hansara leiðsla var ongantíð hótt eftir hetta.

Árendir aftanífrá
Fyri Montoya gekk verri, fýra umfør áðrenn endan gjørdist avloysarin hjá Williams Antonia Pizzonia dekan ov nærgangandi og rendi beint í bakið á McLaren bilinum hjá Montoya, báðir vóru noyddir at gevast. Hetta var óvanliga kleyvarligt av Pizzonia, ið var eitt heilt umfar aftan fyri kolumiumannin. Pizzonia segði aftan á koyringina, at hann helt, at Montoya royndi at lova honum framvið, men so var ikki.
Michael Schumacher bleiv eins og Montoya árendur. Takuma Sato í BAR-Honda, bremsaði ov seint, og rendi beint upp í bakið á Ferrari bilinum hjá Schumacher. Báðir noyddust teir at gevast. Michael Schumacher var ikki blíður, og fór yvir til bilin hjá Sato at skelda japanaran. Aftan á koyringina vórðu bæði Sato og Pizzonia revsaðir fyri óhappini. Pizzonia fekk eina bót, meðan Sato verður fluttur tíggju byrjunarstøður aftur í næstu koyring..

Otta ymisk lið í stigunum
Við Montoya úti, var Alonso á øðrum plássi, og Jenson Button, ið gjørdi ein vørr og yvirhálaði bæði Villeneuve og Barrichello fekk triðja pláss.
Koyringin gjørdist serlig á tann hátt, at einki lið fekk tveir bilar í stigini, og eitt so ósannlíkt úrslit, sum ein Jordan-Toyota í stigunum. Tað var portusiski Tiago Monteiro, ið koyrdi betur enn nakrantíð fyrr, og tryggjaði sær eitt stig.