Kim og Mika kundi verið betri

Tað sigur Steintór Rasmusssen, fyriskipari av Summarfestivalinum, sum annars er rættiliga væl nøgdur við jubileumsfestivalin

- Kim Larsen hevði ein einastandandi møguliga og ein fantastiskan pall, men hann spældi kanska bara tríggjar góðar sangir. Tað sigur Steintór Rasmussen, fyriskipari, um framførsluna hjá Kim Larsen, sum hann eins og nógvir aðrir føroyingar høvdu glett seg til.
Men hvørki Steintór ella hini á Vágsbøi fingu eina hittparadu av løgum. Steintór var heldur ikki serliga nøgdur við ljóðið, tá Mika spældi – men í aðrar mátar kundi hann ikki verið meiri nøgdur við framførsluni.
- At standa á Vágsbøi og uppliva eitt so ungt og aktuelt navn, ið hevði helst besta showið, sum hevur verið á festivalinum, tað var fantastiskt. Somuleiðis vóru rokklegendurnar ótrúligar at uppliva, og Týr settu eina frálíka sloyfu á festivalin á stóra palli, sigur Steintór Rasmussen, sum annars er rættiliga væl nøgdur við festivalin.
- Fólk hava hugnað sær og tað mesta gekk akkurát sum tað skuldi. At veðrið eisini var hampiliga gott, tað hevur sjálvandi nógv at siga. So sum fyriskiparar kunnu vit illa vera annað enn nøgdir við jubileumsfestivalin, sigur Steintór Rasmussen.
Hann hevur eisini skilt á stóru nøvnunum, sum spældu, at tey hugnaðu sær óført í Føroyum.
- Mika var ótrúliga fyrikomandi og hevði nakrar ógvuliga góðar dagar her, frá tí hann kom og til hann fór. Legendurnar flugu høgt, men hóast hetta høvdu tey beinini á jørðini. Kim Larsen sóu vit hinvegin ikki nógv til, og eftir framførsluna leygarkvøldið fór hann beint í bussin, greiðir Steintór Rasmussen frá.

rolant@sosialurin.fo