Kim Larsen hevur staðið í fremstu røð í donskum tónleiki í eina hálva øld, men í morgun er hann deyður, 72 ára gamal.
Í einum tíðindaskrivi sigur umboðsmaður hansara, Jørn Jeppesen, at Kim Larsen sovnaðu burtur í morgun, eftir at hann hevur stríðst við sjúku í eina tíð. Hann hevið krabbamein í prostata. Kona hansara, Liselotte og hansara seks børn, vóru hjá honum, tá ið hann doyði, og hann verður jarðaður í øllum stillum, uttan nakað hóvasták.
Hann gjørdust kenur av álvara sum sangari í gamla rokkbólkinum, Gasolin, men hann er ikki minni kendur síðani, har hann hevur sungið og spælt undir egnum navni og hevur skrivað og sungið eitt ótal av landaplágum, bæði í Gasolin, og undir egnum navni og hann varð onkuntíð nevndur tjóðarskald Danmarkar.