Kim Jong-Un hóttir Trump í nýggjársrøðu síni

– Atomknøtturin er altíð á borði mínum, sigur hann

Norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-Un, segði í nýggjársrøðu síni, at hann altíð er til reiðar at trýsta á atomknøttin. 

 

 

– Atomknøtturin er altíð á borði mínum. Tað er ikki avkúgan, men soleiðis er veruleikin, sigur Kim Jong-un sambært Reuters tíðindastovuni.

 

 

Orðaskiftið millum Norðurkorea og USA hevur verið hvassari  seinastu mánaðirnir, og Kim Jong-Un heldur, at Donald Trump skal taka Norðurkorea í álvara. 

 

 

- USA skal vita, at vit eru eitt atomvald. USA skal vita tað, at atomvápnini hjá okkum røkka runt alt USA. USA kann ikki byrja eitt kríggj móti mær og okkara fólki, sigur hann. 

 

 

Hóast Norðurkorea sambært landsins leiðslu er eitt atomveldi, so er málið ikki rokkið enn, og Kim Jong-Un sigur eisini í røðuni, at framleiðslan av vápnum skal vaksa. 

 

 

/ritzau/