Tónleikarin, sum hitaði upp fyri Elton John, skal spæla á Summar
Festivalinum í august. Kim Hansen hevur júst havt eina serliga uppliving. Hann hitaði upp fyri
tónleikahetjuna Elton John, og eftir sína framførslu hitti hann eisini
heimskenda bretska tónleikaran.
Kim Hansen er royndur tónleikari, sum hevur verið við í fleiri bólkum og
eisini hevur framført nógv sum solistur. Hann verður roknaður sum ein av
okkara fremstu tónleikarum og er sera væl umtóktur millum fólk.
Á Summar Festivalinum í ár fer Kim Hansen at hava framførslu sum solistur.
Hann fer at spæla klaver og syngja sínar kendu sangir fyri festivalgestunum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.