Í lesarabrævi hartar Poul Michelsen undirritaða fyri at hava “lagt eftir manninum á ein niðurgerandi og beiskan hátt”. Og “í reinførisørskapi” víst vantandi samstarvsvilja í sambandi við formansskiftið í Fólkaflokkinum.
Hetta er ikki so. Eg havi á ongan hátt lagt eftir manninum (Jørgen Niclasen), tíansheldur verið niðrandi og beiskur í mínum viðmerkingum um formansskiftið í Fólkaflokkinum. Um Poul Michelsen kann vísa á nakra útsøgn frá mær um persónin Jørgin Niclasen ella nakra niðurgerð av honum, so bíði eg í tolni. Kann hann ikki tað, rokni eg við at fáa eina umbering.
Týðiligt er at valstríðið er byrjað - við teimum somu gomlu fintunum. Men eg skal viðganga, at tað ger meg serliga vónbrotnan, at Poul Michelsen nú nýtir somu vápn sum samgongufelagar hansara: At leggja fólki orð í munnin. Síðani at harta tey fyri tað, tey ikki hava sagt – og so annars vóna at fólk eru stuttmint og ikki seta seg inn í málini.
Standa við okkara sjónarmið
Eg havi bert loyvt mær at vísa á, at broytingar mugu vísast í verki – tí okkum tørvar sanniliga broytingar í føroyskum politikki skulu vit røkka málinum um einar frælsar og sjálvberandi Føroyar.
Í tí sambandi havi eg nevnt somu mál og ynskir um broytingar, sum vit hava barst fyri alt hetta valskeiðið: Um sambandslógirnar, ið samgongan við fólkaflokkinum hava samtykt. Um ein skeivan búskaparpolitikk og skattapolitikk. Um eitt veruliga liberalt vinnulív. Og um sosialan ójavna.
At vit føra okkara politisku sjónarmið fram, átti neyvan at elvt til øsing. Serliga tí Poul Michelsen sjálvur hevur ført flestu av hesum sjónarmiðum fram á tingi – og ofta meiri ógvisliga enn vit hava. Haldi ikki, at tað er sakligt at nýta undirritaða og Tjóðveldisflokkin sum fíggindamynd til tess at vinna vælvild í sínum flokki.
Viðvíkjandi uppskotunum um eina búskaparliga semju, sum Jørgen Niclasen hevur ført fram, so er ilt at skilja, hví Poul hartar Tjóðveldisflokkin. Ikki minni enn tvær ferðir hetta valskeiðið hava vit lagt uppskot fyri tingið um Búskapargrunn Føroya, har niðurskurðurin av blokkstuðlinum er innbygdur. Og á okkara fíggjarlógaruppskoti í fjør varð niðurskurðurin innroknaður.
Harafturat hava vit lagt fram uppskot um at fáa stór mál á føroyskar hendur. Samstundis hava vit gjørt greitt, at okkara uppskot eru upplegg, sum sjálvandi kunnu broytast og lagast til, so flestu flokkar kunnu taka undir við teimum. Vit hava eisini lagt stóra orku í at samstarva við samgonguna (og ikki minst við Poul Michelsen) um fólkakirkjuna. Øll vita helst, at hetta hevði verið eitt rok og klandursmál, um andstøðan á tingi var ein onnur.
Ætlanin er samtykt
Vit hava sostatt neyvt fylgt tí uppskoti um sjálvstýri Føroya fólks, sum Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin samtyktu í mars 2001. Har er ásett, at blokkstuðulin skal minkast burtur og øll mál fáast á føroyskar hendur innan 2008. Har er eisini gjørt greitt, at helvtin av búskaparvøkstrinum skuldi fara til niðurskurð í blokkstuðli og hin helvtin til aðrar raðfestingar á fíggjarlógini.
Hetta er samtykt á løgtingi og ikki sett úr gildi. Og tað var hetta sama uppskotið, sum minkaði blokkstuðulin við 366 mió. kr. Tí er ilt at skilja, at fólkaflokkurin dregur sama uppskot fram aftur sum nakað nýtt, og lastar okkum fyri ikki at vera við. Eisini er ilt at skilja, hví henda samtykt skal skjótast tvey valskeið út í framtíðina. Vit vilja bara sleppa í gongd sum skjótast at útinna samtyktina í verki – og eru altíð til reiðar til neyðugar tillagingar saman við øðrum flokkum. Sjáldan hevur so nógv talað fyri at gera búskapin óheftan (haldi, at niðurskurðurin og fastfrystingin av blokkinum er týdningarmesta politiska avgerð í nýggjari tíð). Og sjáldan hevur tað staðið øllum so greitt, at vit mugu hava atgongd til allan heimin undir egnum flaggi og samleika.
Tí tað er rætt sum Poul Michelsen endurgevur Kierkegaard fyri at siga, at “lívið skal skiljast aftureftir, men livast frameftir”. Ongin orsøk er at byrja frá nullpunktinum hvørja ferð – ella at selja royndirnar og væl fyrireikaðar ætlanir sum nýggjar uppfinningar í onkrum politiskum spæli. Tað ræður bert um at vísa orðini í verki.
Og tað var í veruleikanum bert tað, eg segði, tá eg viðmerkti formansskiftið í Fólkaflokkinum.