Kia Sorento kemur á marknaðin í heyst

Seinni í ár kemur Kia Sorento á marknaðin.

Talan er um ein stóran 4x4 jeep, ið bleiv vístur á bilaframsýningini í Geneve í mars. Sorento verður ein luksusbilur við 3.5 litur V6 bensinmotori við 192 hk ella 2.5 litur commonrail turbodiesel motori við 140 hk.

Kia Sorento er ein heilt nýggjur 4x4 jeepur, ið eftir ætlan skal kappast við bilar sum BMW X5, Mercedes ML og Lexus RX 300. Sorento er ein luksusbilur við allari hugsandi útgerð. Bilurin, ið sær gott út, fær 3.5 litur V6 bensinmotorar við 192 hk ella 2.5 litur commonrail turbo dieselmotor við 140 hk. Hóast talan ikki er um ein bíligan bil, verða prísirnir tó sera kappingarførir, samanborið við teir bilar hann eftir ætlan skal kappast við.