Áki Egilsnes, sum júst hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við TMS Ringsted í næstbestu donsku deildini, hevur í gjár verið undir skurði í høgra fóti fyri eitt brot, sum hann fekk fyri hálvum triðja ári síðani.
19 ára gamli stórskjúttin hjá VÍF kom fyri seg eftir skaðan, men nú er gjørt alt fyri, at hann skal vera í besta standi, tá ið hann byrjar ævintýrið í donskum hondbólti 1. august.
Læknarnir hava givið Áka boð um at binda frið í átta vikur, so tað verður neyvan ein Áki í bestu venjing, sum nýggju liðfelagarnir í TMS Ringsted fara at taka í hondina á seinni í summar.