Lutakast hevur í dag verið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í triðja umfari í Europa Conference League. Áðrenn triðja umfar verður á skránni í fyrstu og aðru viku í august, skal annað umfar avgreiðast. Tað er í hesi vikuni og í næstu viku. KÍ fer mikudagin at spæla í Montenegro, og Víkingur og B36 eiga heimavøll. Í næstu viku verður KÍ á heimavølli, og Víkingur og B36 fara at spæla á útivølli, og so fæst at síggja, hvørji føroysk feløg hava vunnið seg í triðja umfar.
Lutakastið í dag bar við sær, at KÍ eftir øllum at døma fer niður aftur á Balkan, um tað eydnast at vinna í øðrum umfari. Í triðja umfari verður mótstøðuliðið La Fiorita úr San Marino ella Ballkani úr Kosovo, sum eigur heimadyst í fyrra dystinum.
Um tað eydnast Víkingi at vinna seg víðari úr øðrum umfari, so verður mótstøðuliðið í triðja umfari Saburtalo úr Georgia ella FCSB úr Rumenia. Víkingur eigur heimavøll í fyrra dystinum.
Um tað eydnast B36 at vinna seg viðari úr øðrum umfari, so verður mótstøðuliðið í triðja umfari Suduva úr Litava ella Viborg úr Danmark. B36 fer at spæla á útivølli í fyrra dystinum.