Áki skal skipa ungdómin í Giza Hoyvík

Giza Hoyvík hevur sett fyrrverandi U17 landsliðsvenjaran hjá føroyska landsliðnum, Áka Johansen sum høvuðsungdómsvenjara. Partarnar hava gjørt ein tvey ára sáttmála.

 

- Áki Johansen kemur inn beint áðrenn, at vøllurin verður klárur í Hoyvík. Tá er ætlanin at flyta alt ungdómsvirksemið niðan beinanvegin, sigur Kenneth Hovgaard, formaður í felagnum.

 

Felagið er í framgongd og hevur upp í móti 200 aktivar limir. Tað legst afturat við ungdómsspælarum og vónin er, at felagið heldur fram at veksa.

 

Áki Johansen hevur drúgvar royndir úr eitt nú HB og B36. Han byrjar í januar.