KÍ er komið í bólk A í UEFA Conference League. Hini liðini í bólkinum eru franska Lille, slovenska Olimpija Ljubljana og slovakiska Slovan Bratislava.
Júst Slovan Bratislava og KÍ hava eina søgu frá 2020, tá liðini skuldu møtast í Klaksvík mitt í koronatíðini. Tað endaði við, at Slovan Bratislava bleiv vent í hurðini, tí spælarar hjá teimum fingu positivar testir.
Tað er ongantíð fallið í góða jørð hjá Slovan Bratislava og serliga eigarunum í fealgnum. Nú verður spennandi at síggja, um tað verður rivið upp í gamla koronasárinum.
Breiðablik og Klæmint A. Olsen skulu møta belgiska Gent, ísraelska M. Tel Aviv og ukreinska Zorya Luhansk.
Bólkur A:
Lille
Slovan Bratislava
Olimpija Ljubljana
KÍ Klaksvík
Bólkur B:
Gent
M. Tel Aviv
Zorya Luhansk
Breiðablik










