Føroyingaliðið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, KA fekk tað ikki lætt sum uppflytari í júst farna kappingarárið.
Á plusssíðuni megnaði KA at halda seg fimm stig frá niðurflytingarstrikuni. Á minussíðuni má staðfestast, at KA var eitt skallut stig frá at vinna seg í meistaraskaps-fjórðingsfinalurnar. KA endaði á níggjunda plássinum við 17 stigum í grundspælinum. ÍR var beint frammanfyri á áttanda plássinum við 18 stigum, og vann seg í fjórðingsfinalurnar.
Sæð við føroyskum brillum eru onnur ting at gleðast um.
Áki Egilsnes er valdur at verða ársins spælari í KA. Áki var ikki staddur til hondbóltsveitsluna hjá KA á Akureyri, og tí mátti Allan Norðberg upp á pallin at taka móti áminningini um, at Áki er ársins spælari í KA.