Venjarin hjá mansliðnum, Áki Mørk slapp at uppliva ein hádramatiskan dyst, har lið hansara loksins var omaná 31-30 í Vestmanna. Sigursmálið fall uppá eitt brotskast fimm sekund áðrenn seinasta bríksl.
Áki Mørk var sera fegin um avrikið hjá sínum monnum, og greiddi frá, at tað var ein ótrúlig kensla hjá sær og hansara monnum at megna at koppa VÍF á útivølli. Áki vónar, at Neistin eisini kann arga aðrar FM-kandidatar í teimum komandi leikumførunum.
Agnar Joensen hjá VÍF harmaðist um tapið, sum kann gerast dýrt í tí endaliga roknskapinum. Hann fegnast tó um, at liðið fær høvið at reisast aftur komandi mikukvøld, tá VÍF spælir ímóti Kyndli í Havn.
Tað ber til at hoyra prátini Rás2 gjørdi við Áka Mørk og Agnar Joensen undir greinini.










