KÍ-kvinnurnar kunnu tryggja sær gullið

Fótbóltur: KÍ kann vinna 1. deild hjá kvinnum, tá tær í morgin spæla móti Sumba

Sunnudagurin 21. september 1997 kann gerast ein stórur dagur hjá KÍ.

Tá kann 1. kvinnulið fyri fyrstu ferð nakrantíð krúna seg føroyameistari.

Felagið, sum hevur vunnið flest meistaraheiti hjá monnum, hevur enn ongantíð vunnu kvinnudeildina.

Men endar dysturin móti Sumba, sum verður spældur í morgin áðrenn 1. deildardystin, við sigri til Klaksvíks-kvinnur, so eru tær føroyameistarar.

Í gjárkvøldið fingu genturnar handað gullmerkini fyri teirra FM-sigur, og í dag kunnu fleiri av somu spælarunum seta krúnuna á verkið.

HB, sum liggur næst í røðini, kann bara vóna, at KÍ snávar, tí skulu tær hava kjans at vinna gullið, skulu tær vinna báðar sínar dystir, sum eru eftir, samstundis, sum KÍ ikki má fáa meiri enn ein javnleik í seinastu tveimum dystunum.

HB spælir í morgin móti B68 á Toftum, B36 tekur ímóti LÍF í Gundadali, meðan EB og Skála spæla á Eiði.