Oliver Joensen hevur í nærum hálva øld verið ímyndin av lokala blaðnum í Klaksvík, Norðlýsinum.
Oliver hevur trúliga fylgt teimum bestu mans- og kvinnuliðunum hjá KÍ, og hevur hann tikið eitt ótal av dystarmyndum. Hann heldur, at KÍ-kvinnurnar, sum nú hava sett heimsmet við 15 meistaraheitum á rað hava stóran týdning fyri Klaksvík.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen hevði við Oliver Joensen leygardagin.