KÍ hevur sett Ragnar Poulsen sum fysiskan venjara fulla tíð. Hann er 42 ára gamal og er av Argjum. Hann hevur viðkomandi útbúgvingar og er í holt við UEFA A-venjaraprógv. Hann tekur við eftir Elisabet Vang, sum er farin til Fredrikstad.
- Venjaratoymið fyri besta mansliðið er nú fullmannað. Argjamaður skal nú tryggja, at mansliðið fær røttu likamligu venjingina Síðstu tíðina hevur Ragnar verið knýttur at Argja Bóltfelag sum venjari. Framman undan hevur hann havt uppgávur sum fysiskur venjara hjá feløgum í Keypmannahavn, har hann eisini hevur tikið hægri útbúgvingar innan økið. Í løtuni er Ragnar í ferð við UEFA-A-venjaraútbúgvingina hjá FSF, skrivar ki.fo.
Ragnar Poulsen hevur verið við á venjingarleguni í Algarve. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála.
- Vit í KÍ fegnast um at hava fingið ein dugnaligan og nærlagdan fysiskan venjara í felagið til besta manshópin, skrivar KÍ.
Yngri beiggin hjá Ragnari, Rógvi N. Poulsen, er fysiskur venjari hjá 07 Vestur.