Toppdysturin við Margáir millum EBS/Skála og KÍ endaði 2-2. Tað ber við sær, at KÍ framvegis er tvey stig undan EBS/Skála í kappingini um FM heitið.
EBS/Skála var frammanfyri við tveimum málum eftir fyrra hálvleik og inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Seks minuttir undan leikloki javnaði KÍ til 2-2 við máli, sum kann fara at vísa seg at vera avgerandi í FM kappingini.
Álopið var fínt, og Eyðvør Klakstein átti snilda uppspælið til Mariu Biskopstø, sum eitt sindur innanfyri brotsteigarmarkið og eitt vet til høgru sendi bóltin flatt og umvegis handara stólpa og í málið.
KÍ hevði lotið undan í seinna hálvleiki, tá ið tað hjá heimaliðnum fyri tað mesta snúði seg um at verja og halda tørn um leiðsluna.
Eyðvør Klakstein minkaði um munin til 2-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá var álopið í høgru, og Maria Biskopstø átti innleggið.
Lítla løtu eftir at KÍ hevði strítt seg upp á 2-2, hevði heimaliðið heilt góðan møguleika at leggja seg aftur á odda. Rakul Magnussen var leys innanfyri KÍ verjuna, men Óluva Allansdóttir Joensen fekk akkurát hondina á bóltin, tá ið Rakul royndi at lyfta bóltin upp um málverjan.
Lea Lisberg legði eftir 10 minuttir heimaliðið á odda 1-0 við skoti úr spískum í vinstru, og Fríðrún Olsen økti tíggju minuttir seinni um munin til 2-0 í nett sama slag støðu.
Eisini í fyrra hálvleiki var KÍ meiri á bóltinum, men tá eydnaðist tað ikki at bróta ígjøgnum skilagóðu og væl skipaðu EBS/Skála verjuna.
Í seinna hálvleiki øktist KÍ trýstið, og tá eydnaðist tað KÍ at skjóta tvey mál.
Fyrr í dag vann B36 3-2 á Dungasandi í Sørvági ímóti 07 Vestur, sum var frammanfyri 2-1, inntil tað restaðu smáir tíggju minuttir. Emma Hansdóttir skoraði B36 sigursmálið í næstsíðsta minutti.
07 Vestur – B36 2-3 (0-1)
0-1: Jacoba Langgaard 26.
1-1: Sesilia Olsen 59.
2-1: Evelin Da Silva Mastropasqua 73.
2-2: sjálvmál 81.
2-3: Emma Hansdóttir 89.
EBS/Skála – KÍ 2-2 (2-0)
1-0: Lea Lisberg
2-0: Fríðrún Olsen
2-1: Eyðvør Klakstein
2-2: Maria Biskopstø
| KÍ | 18 | 11 | 7 | 0 | 58 | 13 | 40 |
| EBS/Skála | 18 | 11 | 5 | 2 | 37 | 15 | 38 |
| NSÍ | 17 | 10 | 3 | 4 | 62 | 24 | 33 |
| HB | 17 | 8 | 3 | 6 | 46 | 21 | 27 |
| Víkingur | 17 | 8 | 2 | 7 | 44 | 27 | 26 |
| B36 | 18 | 7 | 2 | 9 | 34 | 42 | 23 |
| 07 Vestur | 18 | 4 | 0 | 14 | 21 | 55 | 12 |
| AB/B71 | 17 | 0 | 0 | 17 | 7 | 112 | 0 |
Í morgin
HB - NSÍ
AB/B71 - Víkingur










