KÍ er haltandi á veg í Gundadal

Í væl mannaða B36 er fokus nú bara á stóra møguleikanum at vinna FM fyri 10. ferð

Í gjárkvøldið syrgdi HB við 6-0 heimasigri á B68 fyri, at spenningurin um oddasessin í Effo-deildini vaks – fyribils í hvussu so er inntil seinnapartin í dag. Sigurin ber við sær, at munurin millum grannafeløgini í Gundadali minkaði til fýra stig. Málmunurin er avgerandi, um tað stendur á jøvnum í stigum. B36 hevur havt betri málmun enn HB. Stórsigurin í gjárkvøldið ber við sær, at málmunurin hjá HB nú er +23, meðan hann hjá B36 er +21.

 

Støðutalvan sigur, at tað higartil hevur gingið sum eftir ánni hjá B36. Í steypakappingini varð árstalsfelagið varpað burtur í fyrsta umfari, og í europeisku kappingini var talan um vónbrot – serliga á heimavølli tá ið møguleikar vóru at vinna, men tá ið tað endaði við 2-1 tapi ímóti norðurírska Linfield. Í Norðurírlandi endaði tað 1-1.

Tí hevur framvegis ósigraða B36 bara fokus á at vinna 10. FM heitið, og fyritreytirnar eru uppaftur betri nú, enn tær hava verið. Rógvi Poulsen, Adrian Cieslewicz og Odmar Færø styrkja um liðið og breiðka um hópin. B36 venjarin Sámal Erik Hentze undirstrikar tó, at eingin eigur sjálvskrivað pláss á liðnum:

-Í útgangsstøðuni er upplagt, at teir, sum hava borið okkum fram til oddasessin, fáa kjansin, tí teir hava allir spælt væl. Í Norðurírlandi var Odmar Færø í miðverjuni í staðin fyri Andrias Eriksen. Tað var ikki, tí Andrias var avsettur, men tí hann var skaddur í lærkrikanum. Jákup á Borg er komin fyri seg aftur, so tað er stór kapping.

Ert tú vónbrotin av europeiska avrikinum ímóti Linfield?

-Vit áttu at avgjørt á heimavølli. Ivaleyst var virðingin fyri mótstøðumonnunum ov stór. Vit fingu ikki úrtøku burturúr málmøguleikunum, og risa mistøk í verjupartinum vóru orsøk til øll trý málini, sum vit fingu ímóti okkum. Lærdómurin má vera, at tað ræður um at vera fokuseraður, og tað rokni eg við, at okkara menn verða í landskappingini, har tað framvegis er langt á mál, sigur B36 venjarin.

 

Hjá KÍ hevur tað verið upp og niður, og fyritreytirnar eru einki serligar undan ólavsøkuferðini:

-Vit brúka alt tað fólkið, sum er tókt. Skaðar og leikbann bera við sær, at onkrir, sum ikki hava spælt so nógv, fáa kjansin. Vit vita, at mótstøðuliðið er tað besta í landinum, men vit rokna avgjørt við møguleikanum, at tað skal bera til, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.

Meðan miðverjin Andrias Eriksen, sum hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum, er einasta ivamálið hjá B36, so er fráfallið stórt hjá KÍ: Henry Heinesen og Johan Jacobsen eru leikbannaðir, Álvur F. Christiansen er burturstaddur, Atli Danielsen er ikki byrjaður aftur eftir summarsteðgin, Jonas Flindt Rasmussen er skaddur, og ivasamt er tað, um Rodrigo Silva verður førur fyri at spæla.

B36-KÍ: Dagfinn Forná klokkan 16.00

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2.