Ímeðan hondbóltsføroyar hava avgreitt føroyameistaraheitini um vikuskiftið, eru nakrir av útisetum okkara eisini í avgerandi partinum av sínum kappingum.
Ein av hesum, Áki Egilsnes, spældi í dag fyrsta uppflytingardystin úr næstbestu íslendsku deildini. Hetta eydnaðist avbera væl, og Áki og KA vunnu 24-20 sigur á HK úr Kópavági.
Áki Egilsnes var ein beinleiðis orsøk til tess, tí hann skoraði sjálvur tíggju mál í umráðandi dystinum.
Skotsterki vestmenningurin segði í viðmerking eftir dystin, at hann altíð er glaður fyri at skjóta mál, men fremst í huganum liggur, at dysturin var vunnin og at liðið nú er eitt fet nærri uppflytingini.
Hetta var hin fyrsti av fimm møguligum uppflytingardystum, har ið fyrsta liðið, ið fær tríggjar sigrar, flytur upp í bestu deildina í Íslandi.
Næsti dystur verður týskvøldið klokkan 20.00 føroyska tíð, og heimasíðan hjá KA, ka.is stroymir dystin beinleiðis