Fyrrverandi russiski oljuríkmaðurin Mikhail Khodorkovskij hevur kært dómin, sum hann fekk í einum dómstóli í Moskva fyrr í vikuni. Tá fekk hann seks ára fongsul oman á tey átta árini, sum hann fekk í 2003.
Rætturin kom til ta niðurstøðu, at oljufelagið hjá Mikhail Khodorkovskij, Yukos, snýtti myndugleikarnar, tí í árunum frá 1998 til 2003 seldi felagið olju fyri 30 milliardir krónur, uttan at tað kom í roknskapirnar hjá felagnum.
USA, Týskland og ES hava funnist hvassliga at rættarmálinum ímóti Khodorkovskij. Eftir teirra tykki er málið eitt týðiligt dømi um, at russiska dómsvaldið er ikki óheft av politiska valdinum í Kreml.