Danski skattamálaráðharrin metir, at Ny Alliance kann steðga skattastoppinum. Danski skattamálaráðharrin; Kristian Jensen úr Vinstra heldur, at tað kann hugsast, at nýstovnaði flokkurin hjá Naser Khader; Ny Alliance fer at steðga skattastoppinum hjá borgarligu stjórnini, um teir gerast tungan á vágskálini. ?Vit kunnu koma í ta støðu, at Ny Alliance fer at seta stór krøv til borgarligu stjórnina, m.a. krøv um at steðga skattastoppinum. Fara ov nógvir borgarligir veljarar at atkvøða fyri Ny Alliance missa vit allarhelst meirilutan í Fólkatinginum fyri skattastoppinum.? sigur Kristian Jensen. Kristian Jensen heldur kortini ikki, at Vinstri og Konservativu Fólkaflokkurin skulu geva valdið frá sær, bara orsaka av skattastoppinum.










