KG 334 var størri enn lívið

Amariel Norðoy leitar aftur á slóðina í Klaksvík

Seinnapartin lat framsýning við verkum eftir klaksvíkingin Amariel Norðoy upp í Seglhúsinum í Klaksvík.  Amariel hevur 36 verk við á framsýningini, sum gongur undir navninum ”Útróðrarbørn, sálmar lívsins”.

Sentralt í verkunum hjá Amariel er umhvørvið á Stongunum í Klaksvík, útróðrarbáturin Norðan, pollurin, Kunoyarnes og Mikladalur. Amariel vaks upp í eini útróðrarfamilju á Stongunum, og uppvøksturin var tætt knýttur at útróðrarbátinum Norðan.

- Vit vóru útróðrarbørn. KG 334 var størri enn lívið, og tað er hann onkursvegna enn, sigur Bergur Jacobsen, prestur, um sambandið millum uppvøkstur og list hjá Amariel Norðoy. Bergur Jacobsen er skyldmaður og granni í barnaárinum og hevur skrivað hugleiðingar um listina hjá Amariel.


Amariel fyllir seinni í ár 70, og lagið og lyndið er tað sama, sum tað altíð hevur verið. Hann prátaði við fólk og skemtaði á ferniseringini í dag. Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag, helt røðu, og Holgar Jacobsen spældi nakrar sangir.

Framsýningin í Seglhúsinum er opin á Norðoyastevnu og fram til 30. juni.