Keypti Okkara tí eigararnir góvu skarvin yvir

– Tað kom ein og segði við okkum: Take it or leave it. Og so keyptu vit.

Soleiðis lýsir Einar Waag tilgongdina, sum endaði við, at hann keypti kappingarneytan hjá Føroya Bjór, Okkara.

– Vit vóru eitt sindur bangnir fyri íslendingum, men teir vóru so slett ikki uppi í hesum. Tað vóru fyrrverandi eigararnir, sum nú vildu sleppa burturúr, sigur Einar Waag.

Tað kom sum ein hvøkkur og fall mongum fyri bróstið, at klaksvíkingurin Einar Waag fór avstað við hanvarbryggjarínum Okkara.

– Fyrrverandi eigararnir fingu tað ikki at ganga. Tað fara vit so nú at royna, sigur Einar Waag.

Tað verður tó ikki talan um at leggja bryggjaríini saman. Tey fara at koyra púrasta hvør sær og at kappast. Onkrar synergiir verða. Eitt nú er ølútsølan hjá Okkara í Hoyvík løgd inn til søluna hjá Føroya Bjór, sum er í somu gøtu. Helst verður eisini okkurt ráðvøruinnkeyp, sigur Einar Waag.

– Har vera so tveir sølustjórar, sum nú skulu renna eitt sindur skjótari.

– Vit kappast eisini við danskt øl, sum er øgiliga bíligt í Rúsuni. Vit eru eitt lítið bryggjarí í heimshøpi. Tey stóru bryggjaríini hava stór maskinarí, sum koyra í døgndrift og hava tí nógv lægri umkostningar, sigur Einar Waag. Hann vísir á okkurt serligt slag av donskum øli sum er sera bíligt – og at tú sært, at tað eru fólk, sum ikki hava nógvar pengar millum hendurnar, sum fara eftir hesum øli.

Men eru so ætlanir um at flyta framleiðsluna av Okkara til Klaksvíkar?

– Nei tað eru tað ikki. Bryggjaríið verður á Velbastað, har sum tað hevur verið. Ætlanin er at tað skal koyra nøkulunda sum tað hevur gjørt, sigur Einar Waag.

Nýggjur stjóri er settur í felagnum, Atli Mikkelsen, sum starvaðist á bryggjarínum frammanundan.

Umframt ølið hjá Okkara, so hevur Okkara eisini bryggjað øl fyri Mikkeller til Mikkellerbarrina í Havn. Har hava verið samráðingar, sigur Einar Waag, og hann væntar, at hetta samstarvið heldur fram.

Einar Waag leggur dent á, at hóast hann nú eigur bæði tey føroysku bryggjaríiini, so hevur hann ikki monopol.

##med2##

– Vit berjast ímóti teimum størstu bryggjaríunum í verðini, sigur hann.

Sambært Einari Waag, so liggur marknaðarparturin hjá føroyska ølinum, sum verður selt í Føroyum, um tey 70 prosentini. Okkara var komið upp á 12 prosent, tá Einar Waag keypti bryggjaríið. Tað hevði ligið millum 10 og 12 seinastu árini, og tað er í undirkantinum av tí, sum skal til fyri at tað skal mala runt, sigur Einar Waag.

– Vit ætla at fáa søluna upp, og tað skal sjálvandi helst taka frá tí innflutta ølinum, sigur hann.

Einar Waag vísir á, at ølið hjá Okkara eru vorðið sera vælumtókt í Havn. Og tí gav tað eisini ein ordan shitstorm á Facebook, tá tað kom fram, at Føroya Bjór hevði keypt Okkara.

– Men hinvegin, so søgdu klaksvíkingar, at nú kundu teir við góðari samvitsku drekka Okkara, sigur Einar Waag skemtandi.

– Júst sum tá Sisu kom heim, leggur hann skemtandi afturat…

– Vit fara nú at royna at gera gott øl í báðum støðum, og við góðum fólkum, so eigur tað at bera til. Grundarlagið hjá okkum er, at bryggjaríini skulu kappast. Kanska fara vit at halda eyguni við, at góðskan hjá Okkara er í lagi. Men tað skal koyra sum eitt púra sjálvstøðugt felag, sigur Einar Waag at enda.