Keypti Lotto-seðil á Argjum og vann eina millión

Hvør hepni vinnarin er, vita vit ikki.

Leygarkvøldið vóru tveir Lotto-vinnarar í Millionærgarantien til 2x1 millión funnir, og annar teirra hevur keypt sín seðil í Føroyum. Tað fortelur Danske Spil í tíðindaskrivi.

 

Viðkomandi hevði keypt sín seðil í Effo-bensinstøðini á Argjum. Umframt milliónina var ein eyka vinningur á 60 krónur á hesum seðlanum, sum merkir, at samlaði vinningurin er áljóðandi 1.000.060 krónur. 

 

Hin vinnarin hevði keypt sín seðil í Føtex í Aalborg.

 

Danske Spil hevur, tá tíðindaskrivi varð sent út sunnudagin, ikki verið í samband við vinnararnar, men ynskir í tíðindaskrivinum báðum vinnarum hjartaliga tillukku.

 

Stóri høvuðsvinningurin hesa ferð var tó nakað størri - heilar 10 milliónir. Hesar vann ein heppin borgari á Sælandi.