Hóskvøldið 12. september hevði Keypmannahavnarnevndin í Meginfelag Føroyskra Studenta aðalfund, og tá varð nýggj nevnd vald. Forkvinna seinastu tíðina hevur verið Elsa Jónsdóttir Johansen, men nýggja forkvinnan eitur Turið Jónleyg Johannesen. Næstforkvinna er Erika Høgnadóttir, sum hevur tikið yvir eftir Bjørg Josephsen.
Keypmannahavn er størsti miðdepilin fyri føroysk lesandi uttanlands, og Keypmannhavnarnevndin er tískil eisini størsta nevndin. Nevndin virkar fyri trivnaði og upplýsing millum føroysk lesandi í Keypmannahavn og skipar fyri tiltøkum av fakligum, politiskum og mentanarligum slag.
Nýggja nevndin er soleiðis mannað:
Forkvinna: Turið Jónleyg Johannesen
Næstforkvinna: Erika Høgnadóttir
Kassameistari: Tummas J Danielsen
Skrivari: Elin D Carlsson og Brim Hildardóttir Hoydal
Nevndarlimir: Hans Andrias Gregoriussen, Borgný Súsonnudóttir Hansen, Torbjørn Mikkelsen, Bergtóra Jensdóttir, Noomi Michelsen, Eva Hjelm Aanesen, Elsa Jónsdóttir Johansen (manglar á myndini) og Christine Reinhardt (manglar á myndini)