Keypmannahavn kom á sigursslóðina aftur

Aftaná trý tap á rað fingu Pernille Brandenborg og liðfelagarnir ein hart tiltrongdan sigur

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn høvdu undan dagsins heimadysti móti Silkeborg-Voel KFUM tapt tríggjar dystir á rað í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Keypmannahavn kom aftur á sigursslóðina við einum 37-31 sigri á Silkeborg-Voel. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og var Keypmannahavn bert á odda við einum máli í steðginum, 18-17.

 

Pernille var effektiv og skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir.

 

Skanderborg uttan eina skadda Súnu K. Hansen tapti á heimavølli 23-32 (14-16) fyri toppliðnum, Team Esbjerg.

 

Í morgin klokkan 14 taka Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing móti Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg. Klokkan 15 spælir liðið hjá Anniku F. Petersen og Lív S. Poulsen, EH Aalborg dyst á útivølli móti Aarhus. Klokkan 19 spæla Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens dyst á heimavølli móti Sønderjyske. 

 

Støðan: 

 

Nr.Lið: DystirStig
1Odense 2142
2Team Esbjerg2136
3Ikast-Herning2034
4Nykøbing-Falster2027
5Viborg 2026
6Keypmannahavn2124
7Sønderjyske 2021
8Silkeborg-Voel 2114
9Aarhus 2012
10Horsens 2012
11Bjerringbro2111
12Ringkøbing 2010
13Skanderborg 219
14EH Aalborg 208