Vit hava sagt tað yrr, men kunnu saktans endurtaka tað: Í Nólsoy duga tey sera væl at savna bygdarfólkið og hugna sær saman. Soleiðis hevur eisini verið í góðveðrinum í kvøld.
Beinir Poulsen, sum er slaktari og Nicolaj Falck, sum er fram úr góður sjónleikari, báðir búsitandi í Nólsoy, bjóðaðu í dag øllum, sum høvdu hug, til grillaðan grís í garðinum.
Øll høvdu møguleikan at fáa sær grísasteik og eitt hav av ymiskum grønmeti aftur við - og alt var púrasta ókeypis. Tað var bara at fáa sær upp á borðiskin og eta, til tú ikki orkaði meira.
Fólk, sum vóru við til tiltakið í kvøld, hava lagt frálíkar myndir út á Facebook-síðuna - Nólsoy Nú & Tá - og viðmerkingin er, at tað "smakkaði heilt fantastiska væl…"










