Tað ber væl til at varðveita túratalið og lækkað um ferðaseðlaprísin, samstundis sum vit minkað um hallið á fíggjarlógini. Tað handlar um at raðfesta. Tíverri raðfestir samgongan øðrvísi, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins í sambandi við uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum um at gera tað ókeypis hjá ferðafólki at ferðast við Strandferðsluni við bert at taka gjald fyri bilar og fram og eins og vit kenna tað frá undirsjóvartunlunum.
Hvørjaferð sparingar verða framdar, so hoyra vit, at hetta er neyðugt, tí landskassin hevur ikki ráð. Hóast andstøðan í fíggjarnevndini setti fýra milliónir krónur av á fíggjarlógini fyri 2012 til at lækka ferðaseðlaprísin hetta var niður stemmað av samgonguni so hevði fíggjarlógaruppskotið hjá andstøðuni heilar 218 milliónir krónur minni í halli, enn fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni, sigur Aksel V. Johannesen, sum leggur afturat, at flokkurin hansara aftur fer at leggja málið fyri tingið, nú fíggjarkarmarnir koma til viðgerðar í Løgtinginum.