Eitt av forkunnugu tiltøkunum, sum verður á Sandi um vikuskiftið, tá seinsunnardagar verða hildnir í bygdini, er, at línuskipið Sandshavið fer at bjóða ókeypis smakkiroyndir av fiski av Føroyabanka.
Skipið hevur júst verið á Bankanum og gjørt línuroyndir fyri Havstovuna, og teir vóru á Havnini í dag og løgdu veiðina upp. Tað verður kendi sjónvarpskokkurin, Gutti Winther, sum fer at tilreiða fiskin.
Nógv av tí, sum kokkurin fer at brúka til rættin, er grøði úr Sandoynni. Tiltakið verður á Ljósafløtti á Sandi leygardagin frá klokkan 15 til 17, og tað verða fólk knýtt at Sandshavinum, sum fara at servera.
Umframt ókeypis smakkiroyndirnar við fiski av Føroyabanka, fer Føroya Bjór eisini at bjóða ókeypis smakkiroyndir frá klokkan 15 til 17 leygardagin, og hetta verður í tjaldi beint við síðuna av Sandshavinum.
##med2##