Sunnudagin klokkan 13 føroyska tíð taka Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir í Silkeborg ímóti Esbjerg á heimavølli í Silkeborg.
Leiðslan í Silkeborg bjóðar fólki at koma ókeypis til dystin ímóti Esbjerg. Høvuðsorsøkin er, at tá tað er fult av fólki á áskoðaraplássunum á leikvøllinum hjá Silkeborg, so plagar Silkeborg at vinna.
Silkeborg er nummar sjey í bestu donsku fótbóltsdeildini við 20 stigum aftaná 16 umfør. Silkeborg hevur bert trý stig upp til Brøndby sum er á fjórða plássi við 23 stigum, og tað eru bert trý stig niður til Randers sum liggur sum nummar 10 við 17 stigum.
Tí hava Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir brúk fyri øllum tí stuðuli teir kunnu fáa í heimadystinum ímóti Esbjerg, fyri at liðið kann vinna seg uppeftir á stigtalvuni. Tí sambært leiðsluni i Silkeborg, so kann liðið bæði verða nummar fýra ella nummar 10 á stigatalvuni aftaná dystin, alt eftir hvussu úrslitið verður, og hini úrslitini laga seg.