Keypir tú rúsdrekka fyri børnini?

Hesin spurningur verður settur á nýggjum postkorti, sum Fólkaheilsuráðið, Rúsdrekkasøla Landsins, SSP, Okkara og Føroya Bjór hava tikið stig til.

Hesin spurningur verður settur á nýggjum postkorti, sum Fólkaheilsuráðið, Rúsdrekkasøla Landsins, SSP, Okkara og Føroya Bjór hava tikið stig til. Á postkortinum verða foreldur spurd, um tey keypa rúsdrekka fyri børn undir 18 ár.

 

- Endamálið við postkortinum er at taka spurningin upp og geva foreldrum høvi til at hugsa seg um. Yvirskipað snýr tað seg um at gera foreldrini tilvitað um, at ungdómur og rúsdrekka hoyra ikki saman, sigur Óli Rubeksen, ráðgevi hjá SSP, ið er tvørfakligt samstarv millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi.

 

SPP hevur tey seinastu árini verið við í fyribyrgjandi arbeiði, sum hevur til endamáls at fáa tey ungu at byrja at drekka so seint sum møguligt. Í hesum sambandi verður hugt eftir Íslandi, sum er tað landið, har tey ungu byrja seinni at drekka enn í øllum øðrum londum í Evropa.

 

- Í Íslandi hava tey gjørt fyrbyrgjandi arbeiði í eini 20 ár. Har er høvuðsdenturin lagdur á, at foreldraleikluturin er altavgerandi fyri rúsdrekkanýtsluna hjá børnum og ungum. Úrslitið er, at ungir íslendingar byrja seinni at drekka enn ung í øllum øðrum evropeiskum londum, sigur Óli Rubeksen.

 

Ikki gott hugskot at keypa fyri børnini

 

Óli Rubeksen sigur, at í sambandi við foreldrafundir, sum SSP hevur í 7. og 8. flokkum, er komið fram, at foreldur eru ymisk á máli, hvørt tey skulu keypa rúsdrekka fyri børn undir 18 ár ella ikki. Summi halda, at tað er ein máti at stýra rúsdrekkanýtsluni hjá barninum, men tað er tað einki, sum bendir á, sigur Óli Rubeksen.

 

- Einki talar fyri, at tað er eitt gott hugskot at keypa rúsdrekka fyri børnini, sigur SPP-ráðgevin, sum leggur afturat, at fyri meirilutan er tað avgjørt ikki nøkur góð loysn.

 

Kanningar úr eitt nú Danmark hava víst, at ung, sum fáa rúsdrekka heima, drekka meira, tá tey eru úti, enn onnur ung, ið ikki fáa rúsdrekka frá foreldrunum.

 

Postkortið við spurninginum, hvørt foreldur keypa rúsdrekka fyri børnini ella ikki, er eisini ætlað sum stuðul til tey foreldur, sum nokta at keypa rúsdrekka fyri børnini.

 

- Tað kann hjálpa foreldrunum at siga nei. Tað, at nøkur foreldur keypa rúsdrekka fyri síni børn, kann koma øðrum afturhaldssinnaðum foreldrum í knípu, tí tey koma undir bólkatrýst, vísir Óli Rubeksen á.

 

Hann leggur áherðslu á, at tá saman um kemur, so ræður tað um, at foreldur skulu hava betri samband við børnini og samskifta betur við tey.

 

- Eitt gott samband tolir eitt nei, sigur Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi.