Keypa Norðoyatunnilin í tríggjar tímar

Óvanligt tilboð skal lokka fólk til Klaksvíkar

Leygardagin 12. juli lata Klaksvíkar Svimjihøll og Baðilandið upp aftur og tað ætla tey at hátíðarhalda í Klaksvík.

Í tí sambandi eru kommunan og handilslívið í býnum farin undir eitt heilt nýtt – og heldur óvanligt tiltak fyri at lokka fólk til Klaksvíkar, skrivar Norðlýsið.

 

Tað er altíð ókeypis at koyra til ígjøgnum Norðoyatunnilin, tí gjaldstøðirnar krevja bert gjald tá koyrt verður úr Norðoyggjum inn í Eysturoy.

 

Men leygardagin 12. juli hava Klaksvíkar kommuna, og handilsfelagið keypt Norðoyatunnilin í tríggjar tímar, frá klokkan 18 til klokkan 21.

 

Sostatt verður tað ókeypis hjá øllum føroyingum at koyra til Klaksvíkar allan leygardagin - og ókeypis at koyra úr Klaksvík ímillum klokkan 18  og klokkan 21 leygarkvøldið, sigur Norðlýsið.