Keypa Esmar Simonsen á Kambsdali

Nú "múrarnir" fara at lata seg upp millum Nor:oyggjar og meginøki: vi: undirsjóvartunli, kundi onkur kanska óttast, at peningasterkar fyritøkur á meginøkinum fara at uppkeypa ein part av vinnulívinum í Klaksvík, men ta: fyrsta, vit síggja, nú fasta sambandi: nærkast, er júst ta: øvuta; ta: eru klaksvíkingar, sum eru fyrstir at gera íløgur í vinnulívi: á meginøkinum

Klaksvíkingarnir, Jákup Mikkelsen, sum hevur Kjølbro-heilsøluna og Niclas Heri Jákupsson, sum hevur Shell í Nor:oyggjum, hava gjørt avtalu um keyp av fyritøkuni, P/F Esmar Simonsen á Kambsdali.
    Í samrø:u vi: Sosialin fyrrapartin í gjár, vildi Jákup Mikkelsen, sum eisini er løgtingsma:ur, ikki vátta, at keypi: endaliga er komi: upp á pláss.
    Sosialurin veit tó frá álítandi keldum, at avtalan um keyp er gjørd, og at endaligi sáttmálin millum partarnar ver:ur undirskriva:ur fyrrapartin í dag.
    Ta: hevur ikki eydnast okkum at fáa uppl!st keypsprísin fyri fyritøkuna, P/F Esmar Simonsen.
    
Klaksvíkingar keypa
Nú "múrarnir" fara at lata seg upp millum Nor:oyggjar og meginøki: vi: undirsjóvartunli og harvi: føstum sambandi, kundi onkur kanska óttast, at peningasterkar fyritøkur á meginøkinum fara at uppkeypa ein part av vinnulívinum í Klaksvík.
    Men nú Jákup og Niclas Heri keypa P/F Esmar Simonsen, síggja vit júst ta: øvuta; at nor:oyingar keypa seg "inn" á Kambsdali, har fleiri vinnuvirki eru.
    Sjálvur vildi Jákup Mikkelsen fyrrapartin í gjár einki siga um avtaluna, sum er gjørd millum partarnar, men Sosialurin veit vi: vissu, at keypi: er so nær undir landi, at almenningurin fær at vita um handilin í morgin, tá i: endaliga avtalan er undirskriva:.